Ynskir tú at sleppa við KÍ til Molde í næstu viku, fært nú møguleikan.
KÍ fjepparar skipa fyri flogtúri í samstarvi við Atlantic Airways um nóg stór undirtøka er, men umráðingartíðin er ikki long.
Soleiðis stendur á KÍ-fjepparabólkinum:
Um nóg stór undirtøka er, verður flogið úr Føroyum Beinleiðis til Molde týsdag 15. august kl 03.30 og heimaftur mikudag 16. august kl 00.15.
Umráðingartíðin er ikki long, til í morgin 11. august kl 10.00
Kostnaður: 3600 kr sum bert er fyri ferðaseðilin.
Má verða goldið í seinasta lagi í morgin kl. 10.
Áhugaði senda mail til [email protected] mailar verða svaraðir eftir raðfylgju.
Túrurin er við tí fyrivarni, at flúgvarin verður fullur. Tað eru 174 setur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald