Føroysku kvinnurnar fingu eina góðkenda byrjan uppá EM-undankappingina móti Grikkalandi, sum er hægst styrkismetta liðið í bólkinum. Føroyar vóru við allan dystin, raktu millum annað yvirleggjaran og tað var eitt brotsspark, sum koppaði tað til heimaliðið á Kreta.
Sí eisini: Flott føroyskt avrik í fyrstu royndini
Eftir 1-0 tapið fríggjakvøldið hava tær í føroysku leguni flutt seg til Montenegro. Liðini vóru eisini í bólki saman í Nations League. Heimadysturin var tættur, og tað endaði 0-1 á tórsvølli. Í Montenegro gekk tó heilt galið hjá Føroyum, sum taptu 9-0.
Harvið skal eitt heilt annað avrik til í Balkan-landinum í dag. Heimaliðið stendur sum stórfavorittur, men Føroyar skulu í ølllum førum royna at spæla við. Móti Grikkalandi eydnaðist verjuparturin sum heild heilt væl.
Føroysku kvinnurnar runnu nógv aftaná í uppgerðini móti Montenegro seinast (Mynd: FSF)
Tað er tíðiliga í kappingarárinum hjá so at siga øllum á føroyska liðnum. Nú hava tríggir heilir dagar verið ímillum dystirnar - talan verður allarhelst eisini um harðan dyst í dag.
Annar dysturin hjá Føroyum í hesari EM-undankappingini byrjar klokkan 15.30 og sæst hjá KVF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald