Fótbóltur

Morgunblaðið: Heimir kemur aftur til Íslands

Sambært stóra íslendska blaðnum heldur venjarin hjá HB ikki fram í sessinum.

Heimir Guðjónsson er í gongd við sítt annað ár, og helst tað seinasta, sum venjari hjá HB

Heimir Guðjónsson er í gongd við sítt annað ár, og helst tað seinasta, sum venjari hjá HB

2019-08-20 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimir Guðjónsson førdi í fjør HB til eitt ógvuliga sannførandi meistaraheiti. Mitt í metárinum longdu HB og íslendski venjarin samstarvið, men sambært Morgunblaðnum í Íslandi so heldur samstarvið ikki fram eitt ár afturat. 

Blaðið skrivar, at familja venjarans flytir nú heim til Íslands, og at Heimir eisini fer heim, eftir at kappingin í Føroyum endar seinast í oktober. Keldur hjá blaðnum siga, at fleiri lið í fremstu íslendsku deildina hava áhuga í, at seta Heimir í starv.

[object Object]
(Heimir í venjarasessinum hjá FH - mbl.is)

Sum høvuðsvenjari hjá FH, har Brandur Hendriksson, Gunnar Nielsen og Jákup Thomsen nú spæla, førdi nú 50-ára gamli venjarin liðið til meistarheitið fimm ferðir uppá ellivu ár.

HB er í løtuni á 4. plássið í Betrideildini við 38 stigum og skal spæla steypafinalu um ein mánað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder