Fótbóltur

Mótstøða úr Premier League um B36 kemur víðari

Vinnur B36 á Viborg í Conference League, er tað West Ham sum er mótstøðulið í Playoff-dystinum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-02 13:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lutakast var fyri løtu síðani, hvussu spælast skal víðari í tí partinum av Conference League-kappingini, sum B36 er við í.

Og tað gjørdist sum fleiri kanska høvdu vónað. Mótstøðulið hjá vinnaranum av Viborg/B36 í Conference League, verður West Ham sum spælir í ensku Premier League.

B36 er í annaðkvøld klokkan 18 á vitjan í Viborg. Seinni dysturin millum liðini verður leiktur í Føroyum 9. august.

Playoff-dystirnir um at koma í bólkaspælið verða leiktir 18. august og 25. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder