KÍ hevur vunnið allar sínar 16 dystir í Betrideildini í ár og hevur beina kós móti triðja meistaraheitinum á rað. Liðið hevur ikki tapt við Djúpumýru í yvir tvey ár, men teir sum vitja týskvøldið vera ikki mjúkir at strúka.
Les eisini: Eingin steðgar KÍ
Ferencvárosi TC er størsta felagið í Ungarn. Tað hoyrir heima í høvuðsstaðnum Budapest og hevur vunnið meistaraheitið heili 34 ferðir. Hetta er met. Eftir eitt tíðarskeið tíðliga í øldini, har tað ikki gekk so væl, hevur Ferencvárosi nú nærum ognartikið ungarska meistaraheitið: Tað kom í hús aftur í 2016, og í mai vann felagið kappingina fyri fimtu ferð á rað.
Fleiri steypagull eru eisini tryggjaði seinastu árini, og ungarska stórfelagið hevur av álvara gjørt vart við seg í evropeiskum kappingum. Á styrkislistanum hjá UEFA yvir deildir í Evropa, ið tekur útgangsstøði í úrslitum í evropeiskum kappingum seinastu fimm árini, er Ungarn nummar 25 av 55. Hetta er beint niðanfyri Pólland og Svøríki og nakað frá Danmark og Noreg. Føroyar eru nummar 43. Tað eru serliga úrslitini hjá Ferencvárosi, ið hála Ungarn upp. Liðið er væl sterkari enn miðal í deildini og vinnur flestu evroepisku stigini til Ungarn.
Eftir at meistaraheitið nummar 34 kom í hús í mai (Mynd: Ferencvárosi TC)
KÍ koppaði aftur HB fyri viku síðani - týsdagin skulu teir í bláum stríðast tað harðari fyri at fáa nakað burturúr móti Ferencvárosi (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í fjør bar tað langt. Ferencvárosi endaði í Europa League bólkaspælinum, har Trabzonspor, Monaco og Reyða Stjørna vórðu syft til viks. Í næsta umfari var Bayer Leverkusen tó ov sterkt. Í 2020 var liðið í bólkaspælinum í Champions League eftir sigrar á Djurgården, Celtic, Dinamo Zagreb og Molde á vegnum. Tað eydnaðist ikki at gera nakað við Juventus, Barcelona og Dinamo Kiev, men árið eftir var nær við, at liðið endaði millum tey allarfínastu aftur - ístaðin var liðið í Europa League bólkaspælinum.
Ungarskur fótbóltur hevur eisini sterka siðvenju, og Ferencvárosi var í evropeiskum finalum í 60- og 70-árunum. Sum bolt.fo hevur víst á, er ein rúgva av landsliðsspælarum ymsastaðni frá í hópinum nú. Av teimum 30 liðunum í hesum fyrsta umfarinum, var Ferencvárosi tað hægst styrkismetta. Tað er nummar 55 í Evropa - beint frammanfyri Celtic. KÍ er 99 pláss lægri. Alt hetta vísir eina ávísa styrki, ið fer at vera ógvuliga trupul hjá KÍ at gera nakað við.
Vónirnar eru tó, at man fær gjørt nakað við ungarska liðið við Djúpumýru týskvøldið. Sambært Norðlýsinum gongst eisini væl við atgongumerkjasøluni, og nógv verður gjørt burturúr til dystin. Tað skerst tó ikki burtur, at talan helst verður um eitt av teimum heilt sterku liðunum, ið hevur vitjað í Føroyum næstu árini, og at nakað serstakt skal til hjá føroyameistarunum.
Fyrsta bríksl týsdagin verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin. Portalurin hevur ymiskt tilfar úr Klaksvík í morgin og til dystin týskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald