
- Í kvøld verður skipað fyri móttøku fyri okkara reiðfólkum, nú tey koma heim av Álandi við bestu úrslitum nakrantíð
Soleiðis skrivar Ríðisamband Føroya á heimasíðu sínari
Føroysku reiðfólkini fingu søguliga góð úrslit á Álandi í síðstu viku - krúnan á verkinum var NM-gullið, ið Knút Lútzen og hestur hansara Kári frá Ásbrú vunnu. Fyrst sigraðu teir í B-bólkinum og síðani í A-bólkinum.
Les eisini: Dreymurin gjørdist veruleiki
Í samband við at føroysku reiðfólkini og ross teirra koma heim við Norrønu í dag, verður skipað fyri almennari móttøku fyri teimum - at heiðra tey og rossini fyri teirra framúr avrik.
Móttøkan verður í í Tølthøllini hjá Føroyskt Íslandsrossafelag í Havnardali í kvøld, mikukvøldið 17. august, klokkan 18:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald