Annað

Dreymurin gjørdist veruleiki

Føroya hava á fyrsta sinnið vunnið NM kappingina í gonguløgum. Hetta gjørdist veruleiki í dag, tá Knút Lútzen á Kára frá Ásbrá, vann sanførandi í greinini GDB Gæðingakeppni.

2022-08-14 18:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er ein ovurfegin føroyskur hópur sum í hesu løtu fegnast á Álandi, um at Føroyar á fyrsta sinnið hevur fingið ein norðurlendskan meistara. Hetta hendi nú Knút Lútzen og hestur hansara Kári frá Ásbrá, hava vundið burturúr mótstøðuni og á degnum vunnu ein tryggan sigur fyri Føroyar.

Knút Lútzen er kendir millum reiðfólk her á landið sum ein sera nærlagdur reiðmaður, seinasti árini hevur hann vant miðvíst til hesa kappingina. Korona hevur foðra kappingini seinastu árini, men hetta forðraði ikki dreyminum hjá Knúti, tað útsetti hann bara nakað, tí dreymurin var at vinna NM fyri Føroyar og tað er nú eyðnast.

Tað var tó ikki uttan stríð at Føroyar fingu sín fyrsta sigur á NM nakrantíð – Innleiðandi dagurin hjá Knút og Kára royndist ikki so væl og teir endaði í sokallaðari B finalu, har bara ein lutakari kann vinna seg í sjálva A finaluna. Men Knút og Kári gjørdu bart í B finaluni, vunnið rættiliga trygt á stórum altjóða nøvnum og so var líkasum um at vónin um nakað stórt var í væntu, byrjaði at spíra. Aftaná tað hugdi teir ikki afturum seg aftur og í dag vunnu teir so rættiliga trygt í A finaluni.

At tað skuldi koma til hetta skuldi tó als ikki borið til, tí í Føroyum er eingin breyt til greinina sum Knút nú hevur vunnið NM steypið í. Hetta minnir eitt sindur um Pippi, sum segði at hetta havi eg ongantíð roynt fyrr, so hetta dugið eg heilt sikkurt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder