Fótbóltur

Mourinho fær dóm fyri skattasvik

Venjarin fær bót og eitt ára treytaða fongsulsrevsing.

2019-02-05 13:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kendi fótbóltsvenjarin Jose Mourinho hevur góðtikið ein dóm fyri skattasik.

Mourinho er dømdur av einum sponskum dómstóli til eitt ára treytaða fongsulsrevsing og bót á næstan 2 mió. evrur.

Tað var í 2011 og 2012 at Mourinho varð ákærdur fyri skattasvik, meðan hann var venjari hjá Real Madrid. Nú er hann so dømdur í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder