2018-12-18 10:02
Eftir tvey og eitt hálvt ár í starvinum er Jose Mourinho loystur úr starvi. Hettar hendir, eftir at Manchester United tapti ímóti Liverpool sunnudagin.
Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá Manchester United í ár. Liðið liggur á sætta plássi, 19. stig aftanfyri Liverpool, sum liggur á fyrsta plássið.
Liðið boðar frá, at ein fyribilsvenjari verður settur í starv fyri Mourinho, meðan leitað verður eftir einum nýggjum venjara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald