Fótbóltur

Mourinho tekur yvir í Tottenham

Skal loysa Mauricio Pochettino av, sum varð sagdur úr starvi í gjár.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-11-20 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska fótbóltsfelagið, Tottenham Hotspurs, hevur sett portugisan José Mourinho í starv sum nýggjur venjari í staðin fyrk Mauricio Pochettino, sum varð koyrdur úr starvi í gjár.

Tað skrivar BBC.

Fyrrverandi Chelsea og Manchester United venjarin hevur skrivað undir sáttmála, sum varir fram til og við kappingarárið 2022/23.

- Dygdin í hópinum og ungdómsdeildini tiltalar meg. Eg síggi fram til at arbeiða saman við hesum spælarunum, sigur 56 ára gamli José Mourinho.

Formaðurin hjá Tottenham, Daniel Levy sigur, at felagið við Jose Mourinho nú hevur fingið fatur á mest framgangsríka venjaranum yvirhøvur.

Tottenham náddi at spæla seg fram til finaluna í Champions League undir Pottechino. Men Tottenham tapti finaluna móti Liverpool.

Argentinski venjarin kom til Tottenham í 2014, og megnaði ongantíð at vinna nakað steyp saman við felagnum úr Norðurlondon. Seinast Tottenham vann eina kapping, var League Cup í 2008.

José Mourinho hevur vunnið Premier League tríggjar ferðir og FA Cup tvær ferðir við Chelsea. Hann vann eisini Europa League og Carabao Cup við Manchester United.

Hann varð koyrdur frá sum Manchester United-venjari í desember í fjør. Hann hevur búð í London síðan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder