Hondbóltur

Mowi heldur fram sum stórstuðul hjá Hondbóltssambandinum

HSF og alifyirøkan hava longt sáttmálan, so hann fevnir um 2021 eisini. Hondbóltssambandið skrivar, at Mowi hevr verið við til at lagt lunnar undir stóru framgongdina, sum hevur verið.

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, saman við Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandinum (Mynd: hsf.fo)

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, saman við Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandinum (Mynd: hsf.fo)

2021-02-12 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya og Mowi hava í fleiri ár havt stuðulsavtalur. Alifyritøkan hevur verið ein av stórstuðlunum hjá HSF, og tað hevur millum annað verið sjónligt við Rinka vørumerkinum á klæðunum hjá landsliðunum.

Heimasíðan hsf.fo skirvar eisini, at Mowi við trúgva stuðlinum hjá hondbóltinum seinastu árini hevur verið við til at lagt lunnar undir stóru framgongdina, sum hevur verið.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen frá Mowi, hittust herfyri, har sáttmáli var undirskrivaður. Við honum er greitt, at verandi samstarvsavtala er longd, so at hon er galdandi fyri 2021 eisini. 

- Vónandi sleppur altjóða hondbólturin aftur at blóma í 2021. Nógv landsliðsvirksemi er á skránni komandi mánaðirnar, og vóna vit, at hetta verður uttan alt ov nógvar avmarkingar. Tað er týdningarmikið við trúgvum stuðlum bæði í góðum og avbjóðandi tíðum, soleiðis at okkara virksemi kann vera støðugt og áhaldandi, sigur Gunn Ellefsen

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, fegnast um góðu gongdina og nýggju átøkini hjá hondbóltinum seinastu tíðina, og sigur at tey eru errin av at verða við til at tryggja karmarnar fyri føroysku hondbóltsleikarar, bæði ungdóm og vaksin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder