Fótbóltur

Myndir: Bronsa í tvímansleiki

Anna og Rakul Mikkjalsdóttir taptu hálvfinaluna 3-0, men tryggjaðu Føroyum bronsu.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-12 09:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Anna og Rakul Mikkjalsdóttir spældu í morgun hálvfinalu í tvímansleiki hjá kvinnum í borðtennis. Undan oyggjaleikunum varð ikki væntað, at tær fóru at koma so langt, men tær hava víst stór spæl, og vunnu seg í gjár í hálvfinaluna.

Í morgun stóð so Gotland fyri teimum. Anna og Rakul fingu ikki spæli at koyra at byrja við, og vóru ikki ov neyvar í avgerðandi støðunum. Fleiri ferðir høvdu tær settbólt.

Úrslitið gjørdist 3-0 til Gotland við settúrslitunum 3-11, 12-14 og 11-13.

Men við at tær høvdu spælt seg í hálvfinaluna, merkir tað eitt bronsuheiðursmerki afturat til Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder