Myndir: Búmerkið fyri oyggjaleikir 2027 avdúkað

Robert Gutke eigur vinnandi uppskotið. Eisini vórðu teir seks høvuðsstuðlarnir avdúkaðir.

Evy J. Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum bjóðar vælkomin

Evy J. Jacobsen, forstjóri í Betri samtakinum bjóðar vælkomin

2024-09-26 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á lítlari samkomu hjá Betri á Kongabrúnni í Havn var seinnapartin búmerkið fyri oyggjaleikirnar sum verða í Føroyum í 2027 avúkað.

Tað er Robert Gutke, úr Týsklandi, men búsitandi á Eiði, sum átti vinnandi uppskotið.

[object Object]

Harumframt var almenna heitið á oyggjaleikunum avdúkað. 

Tá ið 21. oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, verður tað við almenna heitinum Betri International Island Games XXI ella Betri Oyggjaleikir. Ítróttasambandið avdúkaði í dag seks samstørv og búmerkið hjá leikunum.

Umframt navnasamstarvið eru fimm onnur samstørv gjørd, sum fíggjarliga syrgja fyri, at leikirnir eru í góðum hondum. Samstørvini fevna eisini um leikirnar í Orknoyggjum 2025 og Ítróttafagnaðin 2024, 25, 26 og 27.

Atlantsflog, Bakkafrost, MBM, Smyril Line og SMS fara saman við Betri Stuðuli at gera sítt til, at Betri Oyggjaleikir 2027 verða ógloymandi, sigur ÍSF.

Betri Oyggjaleikir 2027 verða í døgunum 3.-9. juli, og tá fara eini 2.500 ítróttafólk at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum í Føroyum.

Sí myndir:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder