- Beinini byrja at merkjast. Men tað eiga tey nokk.
Tað sigur Jákup Petur Eliassen sum hevur sett sær fyri at súkkla til nærum allar bygdir í Føroyum upp á 48 tímar. Síðani í morgun hevur verið súkklað í Suðuroy, Sandoynni, og nú verður súkklað í vestaru síðu av Streymoy.
- Nú mangla vit Norðradal, Skæling, Kvívík, Vestmanna og so er bara Vágoy eftir, so er liðugt fyri í dag, sigur hann.
Hesin teinurin í dag er umleið 240 kilometrar langur, og eftir ætlan verður komið til Gásadals um midnáttarleitið.
Allan túrin í dag eru fleiri, sum hava súkklað við og í løtuni eru tríggir afturat Jákup Peturi Eliassen og Ken Bærendsen.
Aftur í morgin verður súkklað, og byrjað verður í Fugloynni og endað verður mikumorgunin á Vaglinum.
Portalurin tók nakrar myndir tá teir súkklaðu í Havnardali og eisini tá teir súkklaðu um brúnna á Argjum.
--
Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald