Berlin, Týskland (Portalurin): Liðini í bólki D í EM-endaspælinum búgva á Vienna House gistingarhúsinum, lutfalsliga stutt frá stóru Mercedes Benz leikhøllini í Berlin. Tá miðlarnir komu á gistingarhúsið til føroyska tíðindafundin, sótu spælarnir framvegis í stóra matarsalinum, har Sander Sagosen og aðrir eisni fingu sær mat.
Tað er nakað heilt annað enn gerandisdagurin hjá flestu føroyingunum. Undir fyrireikingartíðini í Føroyum, og í samband við heimadystir, búgva spælararnir heima hjá familjum - nú er tað stásiligt gistingarhús og hotellmatur.
Fitt av føroyskum tíðindafólki, umframt onkur frá EHF og ein týskur miðil, vóru til staðar. Hetta var í felagshølinum, sum føroyska liðið hevur at halda til í. Har er millum annað eitt lítið borðtennisborð, umframt føroysk og donsk borðspøl.
Allir føroysku spælararnir vóru til staðar, meðan Peter Bredsdorff-Larsen tosaðu um dreymin at vinna ein dyst í endaspælinum.
Sí myndir frá tíðindafundinum, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri.
--
Elias Ellefsen á Skipagøtu
Lag: Á Sigursferð, Benjamin Rajani
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald