EM-hópurin verður í Klaksvík meginpartin av mikudegnum, og tá teir høvdu rundað húkin, gekk leiðin beinleiðis í skúla.
Í dag varð farið aftur í skúla á Skúlatrøð, og mongu skúlanæmingarnir hava fingið eina spennandi byrjan uppá 2024.
Tað ganga umleið 750 næmingar á Skúlatrøð. Ilt er at siga, júst hvussu nógv vóru í auluni og í stóra matarhølinum. Tey allarflestu bíðaðu tolin eftir autografum frá landsliðsspælarunum og teimum í venjaratoyminum, ið høvdu staðsett seg við ymisk borð.
Ein góð byrjan uppá dagin hjá hópinum, sum nú venur í Badmintonhøllini. Aftaná verður døgurði hjá lokalum stuðlum, og seinnapartin vera ymiskir aktivetir - á Sjónámi og í svimjihøllini.
Sí myndir niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald