Fótbóltur

Myndir: Eyðmýkingin í Turkalandi

Myndir frá 4-0 tapinum móti turkum í gjárkvøldið.

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2022-06-05 09:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska liðið var væl við fyrstu løtuna, og meginpartin av fyrra hálvleiki leikaði javnt á, við fáum málmøguleikum til báðar partar. Men beint fyri steðgin fingu turkar hol á, tá Cengiz Under gjørdi tað til 1-0, og tveir minuttir eftir hvíldina økti Halil Dervisoglu um turkisku leiðsluna.

Tað, ið eftir var av dystinum sat Turkaland á meginpartin av spælinum. Men sum heild stóð føroyska verjan væl, og í fleiri førum vísti Gunnar Nielsen framúr málmansspæl. Móti endanum fingu turkar tó tvey mál afturat, og vunnu til endans 4-0. Málskjúttar vóru Serdar Dursun og Merih Demiral.

Sí myndir sum Hans Erik Danielsen frá FSF tók í gjárkvøldið:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder