Sera trupul mótstøða á Tórsvølli í kvøld. Skotland sum fyrr í hesari undankappingini vann 7-1 ímóti okkum var á vitjan, og tað gjørdist eins trupult og vænta.
Úrslitið gjørdist 6-0, og vit vóru ongantíð nær við at skora.
Hetta var seinasti dysturin í HM-undankappingini á hesum sinni, har okkara kvinnur hava roynt seg móti nøkrum av teimum heilt góðu liðunum í heiminum. Einki stig er komið á kontuna, og bara tvey føroysk mál eru skorað. 56 mál eru latin inn í teimum átta dystunum.
Nakað sum vindur uppá seg eru áskoðararnir, og tað verður gjørt eitt stórt arbeiði at fáa nógv børn til dystirnar. Í kvøld vóru 760 áskoðarar á Tórsvølli.
Føroyar - Skotland 0-6 (0-4)
Sí myndir av Tórsvølli í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald