Oyggjaleikir 2019

Myndir: Fleiri ungir badmintonleikarar á vøllinum

Nógvir av ungu leikarunum hava roynt seg fyrrapartin. Hjá onkrum hevur gingið heilt væl.

Jónas Djurhuus (Mynd: Sverri Egholm)

Jónas Djurhuus (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-09 13:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Árant á Mýrini, Lena Maria Joensen, Jónas Djurhuus og Adhya Nandi. Hetta eru alt nýggj nøvn í oyggjaleikahøpi, og tey eru í ár við fyri fyrstu ferð.

Seinastu dagarnar hava tey luttikið í liðkappingini har tað eydnaðist Føroyum at vinna bronsu, men í dag skuldu tey royna seg sjálvi í einstaklingakappingini.

Árant á Mýrini vann 2-0, Lena Maria Joensen vann 2-1, meðan Jónas Djurhuus og Adhya Nandi bæði taptu 2-0.

Tey fýra eru um 15 til 18 ára aldur.

Magnus Dal-Christiansen hevur eisini spælt í morgun, og tapti tepurt 2-1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder