
Í morgun vandi føroyska liðið á graslíkisvølli beint við leikvøllin hjá Fremad Amager, har Føroyar vandu í gjár og fara at venja aftur nú seinnapartin. Tað var nakað av vindi og kølið, men lagið var heilt gott, og inntensiteturin var høgur til venjingina, har leikararnir veruliga tyktust at vera á.
Vant varð í áleið ein tíma og eitt korter. Nakað av “koordinatión” var sum upphiting við fysioterapeutinum, síðani vóru nøkur alveringsspøl, og endað varð við trimum móti trimum í interval-spæli uppá tvey mál.
Áðrenn hetta varð spælið uttan bólt vant í áleið tíggju minuttir. Har kundu ábendingar síggjast um, hvussu Lars Olsen og Jóannes Jakobsen ætla at blanda kortini til dysitn í Noreg hóskvøldið. Níggju útileikarar vóru í vesti fyrst: Fimmbaksetan við trimum miðverjum var Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Atli Gregersen, Heini Vatnsdal og Ári Mohr Jónsson. Harvið bendir tað á, at Gilli, Odmar og Ári, ið allir spæla í norskum fótbólti koma inn á liðið í mun til seinast. Á miðvøllinum var einki, sum loypti hvøkk á: Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson og Jóannes Bjartalíð vóru í grønum vesti fyrst. Hallur Hansson hevur leikbann.
Allir hini útileikararnir, uttan áleeypararnir, vóru eisini í verjustøðu eina løtu, og tað er ikki nakað ið er ásett enn, nú stór trý samdøgur eru til dystin. Tað kann væntast, at Jóan Símun Edmundsson verður fremsti maður í Oslo.
Venjing er aftur á skránni á Sundby Idrætsspark klokkan 15 lokala tíð.
-
Jóannes Bjartalíð (Mynd: Sverri Egholm)
-
Lars Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Jóannes Jakobsen og Lars Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Ingi Arge, Heini Harryson og Øssur Steinhólm (Mynd: Sverri Egholm)
-
Patrik Johannesen í miðjuni (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Árni Frederiksberg (Mynd: Sverri Egholm)
-
Jóannes Kalsø Danielsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Heini Harryson og Øssur Steinhólm (Mynd: Sverri Egholm)
-
Gunnar Nielsen og Teitur Gestsson (Mynd: Sverri Egholm)
-
Kristian Joensen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Gunnar Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Álvur Hansen, fysioterapeutur (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Magnus Egilsson (Mynd: Sverri Egholm)
-
Patrik Johannesen og Odmar Færø (Mynd: Sverri Egholm)
-
Rógvi Baldvinsson (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Klæmint Andrasson Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Heini Vatnsdal (Mynd: Sverri Egholm)
-
Gilli Rólantsson (Mynd: Sverri Egholm)
-
Agnar Prestá, Portalurin (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald