Berlin, Týskland (Portalurin) Tað er ógvuliga gott lag, nú leygarkvøld er í Berlin, og tað veruliga nærkast til annan EM-dystin hjá Føroyum.
Føroyar og Noreg eiga stóra pallin í Mercedes Benz leikhøllini frá klokkan 19.30 føroyska tíð. Í veitsluhølinum í Kreuzberg vóru tað fyrst Eyðun og Terji, ið áttu pallin, og nógv sungu við til teir góðu gomlu - og partvíst eisini til nýggja EM-sangin.
Kendur tónleikur rungaði í hátalararunum, meðan fólk heilsaðust. Huglagið var gott, og fleiri norðmenn høvdu leitað sær framvið eisini. Teir vildu uppliva hetta.
Fyri løtu síðani gav RSP eina øgiliga uppliving. Hip hoppararnir vóru 100 prosent á, og framførdu nógv hitt, meðan høli kókaði. Tað var sum sild í tunnu, og fleiri túsund føroyingar vóru í hesum hølinum. Nakað fleiri enn hósdagin - fleiri eru eisini løgst afturat skaranum síðani Slovenia-dystin.
Føroysku fjeppararnir burdu verið væl upphitaðir til at geva spælarum og øllum eina stóra uppliving í Mercedes Benz Arena. Dysturin byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð - Fylg við á okkara blogginá forsíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald