Tirana, Albania (Portalurin): Mánakvøldið spælir føroyska A-landsliðið við monnum seinasta dystin í ár. Tað er samstundis seinasti dystur hjá Føroyum í hesari undankappingini.
Úrttøkan higartil hevur verið soltin: Seks tap og ein javnleikur, bert tvey skotin mál og fáir málmøguleikar. Føroyar hava eisini tapt báðar venjingardystirnar - uttan at skora.
Hetta viðurkenna venjarar og spælarar, og tað er heilt víst nakað, ið arbeitt verður við.
Í dag vandi liðið eisini eina løtu at rudda burtur í brotsteignum. Tá taktisku fyrireikingarnar á vøllinum í Tirana byrjaðu, sluppu føroysku miðlarnir ikki longur at vera til staðar, og vóru tveittir út.
Sí myndir frá fyrsta partinum av venjingini her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald