Hondbóltur

Myndir: Kvinnurnar fyrireika seg til fyrstu dystirnar í undankappingini

Vandu í Høllini á Hálsi í dag, venja á Skála í kvøld og fara til Svøríkis í morgin. Sunnudagin vitjar Ísland.

Jana Mittún, sum nú spælir í bestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún, sum nú spælir í bestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-10 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin spæla Føroyar fyrsta dystin í undankappingini til EM-endaspælið, sum verður í desember 2024. Uppgávan verður stór: Svøríki á útivølli.

Svøríki er hægst styrkismetta liðið í bólkinum, og tað verður allarhelst ov tungt at syfta. Vónirnar um tættan dyst móti Íslandi í høllini á Hálsi sunnudagin eru tó góðar.

Atgongumerki til dystin sunnudagin kunnu keypast her.

Sí eisini: Spennandi avbjóðingar fyri framman hjá A-landsliðnum

Nýggja venjaratoymi og hópurin fyrireika seg nú til dystirnar. Liðið vandi tvær ferðir í gjár og hevði langa taktiska venjing við nógvum spæli á Hálsi fyri løtu síðani. U17-landsliðsspælarar hjá dreingjum vóru við sum mótstøðulið.

Føroysku kvinnurnar venja á Skála í kvøld, og í morgin árini gongur leiðin til Svøríkis, umvegis Danmark. Dysturin í Uppsala byrjar klokkan 17.30 hósdagin - Føroyar og Ísland spæla sunnudagin klokkan 15 í Havn.

Sí myndir frá venjingini niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder