Ein longri vitjan á Sjónámi var partur av skránni hjá føroyska manslandsliðnum í Klaksvík í dag.
Eftir skúlavitjan, venjing og ein betri bita gekk leiðin til nakað av tí ytsta á vestaru síðu av Klaksvík. Her er vanliga sjómansundirvísing, og EM-hópurin fekk nakað av undirvísing og skuldi eisini royna ymiskt verkligt í stóru høllini.
Fyrst sluppu spælararnir í gjøgnum sonevndu neyðsliskuna. Síðani var farið í yvirlivilisidraktir - ið man helst skuldi megna upp á undir 90 sekund - áðrenn teir lupu í hylin. Her kappaðust landsliðsspælararnir fyrst um at koma útí og upp í ein bjargingarbát. Kviki vongurin Rói Berg Hansen hevði bestu tíðina (4.40 sekund).
Síðani var avbjóðingin at venda bátinum, sum tá var holvdur. Eisini royndu menninir, at verða “hivaðir” (bjargaðir) í land í einari línu.
Lærarar á Sjónámi stóðu fyri hesum í samstarvi við mentalvenjaranum Jens á Skipagøtu. Hetta var partur av sinnisligari venjing, við millum øðrum tað at hava eitt greitt ting at hugsavna seg um, og at halda høvdið kalt í ymiskum støðum - her kunnu smálutir verða heilt avgerandi.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók á Sjónámi í Klaksvík, niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald