
Vilnius, Litava (Portalurin) - Um eina løtu fara KÍ og Zalgiris Vilnius inn á graslíkið LFF leikvøllin, har luttøka í 2. undanumfarið í Eropa League er uppá spæl.
Útyvir hópin, venjarar og hjálparfólk vera áleið 20 føroyingar verða til staðar á tjóðarleikvøllinum.
Seinnapartin hava fjeppararnir hjá KÍ samlast, har ein máltíð er etin, og har fólk gera seg til reiðar til dystur. Talan gjørdist um ein regnvátan gongutúr frá gistingarhúsinum, til staðið har sjálv upphitingin fór fram. Summi vildi vera við, at tað var sum heima og onnur at tað minti um tá KÍ vann FM í 1991 og 1999, tá tað var oysregn á seinasta leikdegi.
Sí eisini: KÍ-fjepparar fyrireika seg til dystin í Vilnius
Lagið er sera gott, og opimisman stór undan dystinum. Her eru nakrar myndir, sum vit tóku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald