2023-12-13 10:03
Nógvir norðoyingar og KÍ-fjepparar á flogvøllinum í morgum. Um eina løtu verður kósin sett móti franska býnum Lille, har síðsti Conference League-dysturin á hesum sinni skal spælast.
Við í ferðalagnum eru spælarar, venjarar, KÍ-umboð og fjepparar sum hava keypt sær ferð umvegis Fonn Flog, sum saman við KÍ skipar fyri ferðini.
Dysturin verður á Stade Pierre Mauroy klokkan 20 í annaðkvøld.
Myndir: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald