Fótbóltur

Myndir: Klaksvíkingar eru til reiðar til FM-brakið

Eini tveytúsund fólk vóru fyrrapartin savnaði til stórt upphitingartiltak í KÍ-høllini. Nú eru KÍ-viðhaldsfólk á veg suður.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2019-10-26 12:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Morgunmatur, andlitsmáling, tónleikur, brot frá dystum í ár og góður fótbóltshýrur. Hetta var millum tað, sum hevur verið á skránni í KÍ-høllini síðani klokkan 10.

Fyri at savna KÍ-viðhaldsfólk, norðoyingar, høvdu Klaksvíkar Ítrottarfelag, Bláa Bylgjan og Klaksvíkar kommuna bjóðað til stórt upphitingartiltak. Stórur spenningur er millum fjepparar hjá KÍ, nú besta mansliðið kann vinna føroyameistaraheiti fyri fyrstu ferð síðani 1999.

Steintór Rasmussen og Karl Martin Samuelsen sungu klaksvíks- og KÍ-sangir, meðan brot frá kappingarárunum koyrdu á stórskermi aftanfyri. At enda sang borgarstjórin Jógvan Skorheim fyri til “Liðið eitur KÍ”, áðrenn formaður felagsins, Tummas Lervig takkaði fyri og segði: “Nú fara vit Havnar”

Atgongumerki til dystin vórðu seld, og Tummas Lervig upplýsti, at utvið 1400 atgongumerki vórðu seld í morgun. Børn og heilt ung tikin við, so vóru eini 2000 fólk ella ella fleiri til tiltakið, og talan verður um sanna KÍ-innrás í Gundadali seinnapartin. Fjeppararnir eru nú á veg suður - fleiri í teimum mongu bussunun.

Norðlýsið tók nakrar myndir fyrrapartin. Sí allar myndirnar her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder