Tað regnaði nakað illa stutt áðrenn venjingina, men slitið var í, tá spælarar og venjaratoymi komu á vøllin við Djúpumýrar.
Triðja árið á rað verður hann karmur um evropeiskan dyst hjá KÍ. Hesa ferð er tað meistaraliðið í Ungarn, ið kemur á vitjan. Ferencvarósi hevur nógv heilt góð úrslit at vísa á seinastu árini; bæði í Ungarn og í evropeiskum kappingum.
Sí eisini: Mótstøðuliðið hjá KÍ hevur fleiri stór úrslit seinastu árini
KÍ hevur ikki tapt ein evropeiskan heimadyst síðani 2019, við undantaki av RFS í 2021 sum kom víðari eftir longda leiktíð, og teir í bláu leguni tykjast at vera við gott mót. Nakrar samrøðar vera tøkar á Portalinum seinni.
Magne Hoseth má vera í øllum førum tveir royndar og sterkar spælarar fyriuttan: Odmar Færø og Páll Klettskarð. Miðverjin hevur leikbann, tí hann varð útvístur móti Ballkani í Kosovo í fjør (tveir-daga leikbann), og áleyparin er framvegis skaddur. Mads Boe Mikkelsen og Hallur Hansson venja tó fult við. Markus Pettersen verjir helst ikki málið hesa ferð. Norski málverjin er ikki á 100 prosent - ístaðin verður tað sviin Nils Jonatan Johansson.
Útselt er á báðum langsíðunum til dystin, og nógv verður gjørt burturúr á áskoðaraplássunum. Fyri fyrstu ferð verður VAR til dyst hjá føroyskum felagi, og hetta hevur kravt, at níggju kamera skulu vera til dystin við Djúpumýrar.
Í samband við hetta vóru fleiri Kringvarpsfólk til arbeiðis her seinnapartin, og fyriuttan tey og onnur sum fyrireika, vóru áskoðarar til venjing. Her sást millum KÍ-legendan Kurt Mørkøre, sum býr í Noreg.
KÍ og Fercencvarósi TC spæla í fyrsta umfari í Champions League í morgin klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald