Porto, Portugal (Portalurin): Fyrst vestur á fløgvøllin snimma á morgni, síðani "vanliga" flogtúrin til Keypmannahavnar, og eftir tað nakað av bíðitíð í Kastrup áðrenn longri flogtúr suðureftir.
Tríggir tímar og 15 minuttir í SAS-flogfarinum merkjast, men í kvøld hava kvinnurnar fingið runnið túrin av og komu í hondbóltsrútmu aftur – við fyrstu veruligu venjingini síðani dystin móti Portugal við Tjarnir mikukvøldið.
Tá vann føroyska liðið seg í veruliga lyklastøðu í bólkinum, og tað merkir, at um Føroyar eisini vinna her í Maosinhos, sum er í Porto-útryðuni, sunnukvøldið, so er EM-plássið við umleið 99 prosent vissu í hús.
Føroyski hópurin nýtti høvi í kvøld, at fáa nakrar hondbóltsrørslur og taktisk ting ting uppá pláss í dystarhøllini.
Sí nakrar myndir, sum Sverri Egholm hevur tikið í Porto í kvøld, niðast
Portalurin og FM1 eru á staðnum og hava ymiskt tilfar um vikuskiftið – vit siga millum annað frá dystinum sunnudagin klokkan 17.
Klokkan 11 í morgin verður beinleiðis sending úr Porto. Pætur Nolsøe tosar við Hall Danielsen frá HSF og síðani fleiri av føroysku spælarunum. Lurta á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald