Varsjava, Pólland (Portalurin) - Eftir nakað meira enn eitt samdøgur og tvær venjingar á grasi í Malmö, gekk leiðin hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti seinnapartin yvirum Oyrasundsbrúnna.
Flogið varð stuttu leiðina til Varsjava úr Kastrup. Føroyski hópurin skal næstu dagarnar halda til í pólska høvuðsstaðnum, har EM-undankappingardystur er á skránni hóskvøldið klokkan 19.45.
Sí eisini: Heini hevur brot í fótinum
Sverri Egholm tók nakrar myndir, tá hópur, venjaratoymi, hjálparfólk og miðlar komu til flogvøllin fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald