Hann hevur verið umráðandi spælari hjá KÍ seinastu try árini og millum annað í fleiri evropeisku dystunum í summar. Royndi miðverjin er eisini byrjaður inni í fleiri landsdystum seinastu árini, men hann er ikki við á túrinum til Póllands.
Orsøkin er, at man hevur varnast, at vágbingurin hevur eitt brot í fótinum. Hann var annars við í landsliðshópinum í Svøríki. Sum skilst hevur Heini Vatnsdal helst spælt við brotinum síðani fyrra Ferencvárosi-dystin.
Harvið kann væntast, at 31-ára gamli miðverjin verður úti í einar 6-8 vikur. Tað kann eisini taka longri tíð og møguliga "bara" ein stóran mánaða - alt eftir hvussu tað lekir o.s.fr.
Umframt hesar landsdystirnar fer skaðin at ganga útyvir næsta landsliðssteðg, oddadystir í Betrideildini og helst tríggjar teir fyrstu dystirnar í Conference League-bólkaspælinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald