Sterk mótstøða bíðar føroyska kvinnulandsliðnum, sum í morgin á Hampden Park í Glasgow spælir ímóti Skotlandi.
Føroyska landslið sleikir sárini eftir 10-0 tapið ímóti heimsstjørnunum úr Spania hóskvøldið, og hevði í kvøld sína seinastu venjing undan dystinum í annaðkvøld.
Nú hevur liðið havt nakrar dagar til at koma fyri seg og fyrireika seg til komandi uppgávuna, sum er á skránni í morgin. Fleiri túsund áskoðarar væntast at koma til dystin.
Dysturin millum Skotland og Føroyar byrjar kl. 19.35 í annaðkvøld, og hann verður stroyndur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Sí myndir, sum Bjarni Enghamar frá FSF tók á Hampden Park:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald