2022-10-09 22:48
Kyndil og H71 deildu stigini í SMS-deildini í dag, tá liðini hittust í Høllini á Hálsi. Støðan var 11-11 til gestirnar í steðginum, men í byrjanini av seinna hálvleiki steðgaði upp við málskjótingini hjá kyndlakvinnum.
Eitt skifti var munurin fimm mál, men Kyndil át seg inn aftur á H71, og móti endanum kundi tað farið báðar vegir.
Liðini fingu eitt stig í part við úrslitinum 27-27.
Turið Arge Samuelsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við tíggju málum. Jana Mittún var toppskjútti hjá H71 við sjey málum.
Kyndil-H71 27-27 (10-11)
Sí myndir niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald