Tað kom ongantíð nakað mál í toppdystinum millum KÍ og Víking í Norðragøtu seinnapartin. Hetta var dysturin, har tað kundi farið báðar vegir. Vann Víkingur, kundu teir hála nakað inn á KÍ, og vunnu gestirnir, so var føroyameistaraheitið helst avgjørt.
Heimaliðið trýsti stóran part av dystinum, men bólturin vildi ikki inn.
Men málleysi javnleikurin hevur við sær, at stigamunurin er júst hin sami sum áðrenn hetta umfarið. Hetta er tó fyrstu ferð, at KÍ setur stig til í einum dysti.
KÍ hevur 31 stig á fyrsta plássið og Víkingur seks færri á øðrum plássið, 25 stig.
Sí myndir, sum Jens Kristian Vang tók í Sarpugerði í dag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald