Malmø, Svøríki (Portalurin) Tað hevur verið sól fyri tað mesta í Malmø í dag. Undir venjingini byrjaði tað tó at regna og nøkur av miðlafólkunum smoygdu tí eitt regnskjól upp úr taskuni.
Malmö FF hevur helst eitt av bestu ungdómsakademiunum í skandinaviskum fótbóltshøpi, og sæst tað týðiliga á úrslitinum av elitu-fótbóltsspælarum í ungum aldri.
Eitt sum var vert at leggja merki til undir venjingini, var, at Malmö venjarin, Henrik Rydström, hevði onkursvegna stórt fokus á ungar leikarar í dag. Tað vóru teir ungu, ið leiddu ymisku venjingarnar.
Um hálvanannan tíma verður so tíðindafundur hjá Malmö FF. Har fylgja vit eisini gongdini og finna útav, hvussu Malmö FF fyrireikar seg móti føroysku meistaraliðnum KÍ.
Dysturin móti Malmö FF verður týskvøldið kl. 18, og hann sæst í KÍ-varpinum.
Portalurin er til staðar í Malmø og næstu dagarnar verður ymiskt tilfar at síggja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald