2018-11-17 16:44
Ein lítlan tíma undan dystarbyrjan komu føroysku landsliðsleikararnir á vøllin í Baku.
Nakað av fólki er komið á vøllin, og eitt føroyskt flagg sæst eisini millum áskoðararnar. Teir føroysku áskoðararnir eru fimm í tali á leikvøllinum í Baku sum annars hevur pláss til næstan 70.000 fólk.
Fyrsta bríksl verður klokkan 17. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald