Fótbóltur

Myndir: NSÍ stríddi seg til eitt týdningarmikið stig

Javnleikur 1-1 millum B36 og NSÍ á Ovara vølli í kvøld. Á Skála vann Víkingur 3-1.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-17 21:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 og NSÍ fingu hvør sítt mál í fyrra hálvleiki, og fleiri komu ikki. Runavíkingar, sum stríðast í niðurflytingarstríðnum stríddust væl á vøllinum í kvøld, men í fleiri førum var B36 við at leggja seg á odda og fara avstað við øllum.

Málið kom bara ikki, og runavíkingar kunnu tí fara um Skálafjørðin aftur við einum týdningarmiklum stigi. NSÍ er framvegis á níggjunda plássið og liggur til niðurflyting, men stigið kann gerast týdningarmikið í botnstríðnum.

B36 stríðist um fjórða plássið við EB/Streym og spælir móti júst sundalagsmonnum sunnudagin.

Á Skála var Víkingur á vitjan. Felagsliðið í Gøtu og Leirvík vann 3-1 á skálamonnum, sum liggja á aftasta plássið í deildini.

B36 - NSÍ 1-1 (1-1)
29’ Martin Agnarsson 1-0
36’ Betuel Hansen 1-1

Skála - Víkingur 1-3 (0-3)
4’ Sølvi Vatnhamar 0-1
30’ Martin Klein Joensen 0-2
34’ Sølvi Vatnhamar 0-3
61’ Uros Stojanov 1-3

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 49 stig (17 dystir)
2. Víkingur 43 stig (18 dystir)
3. HB 37 stig (18 dystir)
4. B36 26 stig (17 dystir)
5. EB/Streymur 24 stig (18 dystir)
6. 07 Vestur 18 stig (18 dystir)
7. B68 17 stig (17 dystir)
8. AB 17 stig (18 dystir)
9. NSÍ 16 stig (18 dystir)
10. Skála 8 stig (18 dystir)

Sí myndir úr Gundadali í kvøld:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder