Annað

Myndir og vinnarayvirlit frá KSS Open

Leygardagin 16. september var fyrsta badmintonkappingin í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki á skránni. 76 lið kappaðust í Klaksvík, upplýsir KBF.

Fimm feløg vóru umboðaði í Klaksvík: HBF, ÍF, MBF, Nápur og KBF (Mynd: KBF)

Fimm feløg vóru umboðaði í Klaksvík: HBF, ÍF, MBF, Nápur og KBF (Mynd: KBF)

2023-09-20 08:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 16. september vóru Badmintonhøllin og KÍ-høllin í Klaksvík karmur um fyrstu kappingina í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki hjá bæði børnum/ungum og vaksnum leikarum hetta kappingarárið.

76 liðini meldaðu til kappingina, og tey leiktu í alt 119 dystir. Fimm feløg vóru umboðaði í Klaksvík: HBF, ÍF, MBF, Nápur og KBF.

Klaksvíkar Badmintonfelag upplýsir hesi tølini og skrivar, at Í tvímansleiki hjá kvinnum vóru tað Birna K. Jacobsen og Mia Thorkildshøj frá HBF, ið fóru avstað við fyrsta plássinum.

- Hjá monnunum varð spæld ein rein HBF-finala í kappingini í tvímansleiki, har Hákun Thorkildshøj Sigvardsen og Jafet Rasmussen møttu Asbjørn Heide Olsen og Tóka Yngvason Guttesen. Tað vóru Asbjørn og Tóki, ið drógu longra stráið og vunnu finaluna 0-2.

Í kappingini í blandaðum tvímansleiki hjá vaksnum var lagt upp til eina spennandi finalu, tá Christian Berg Petersen og Sanna Thorkildshøj úr HBF spældu ímóti Hákun Thorkildshøj Sigvardsen úr HBF og Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF.

Javnt leikaði á og gjørdist tað neyðugt við trimum settum, har tað endaði við, at Christian og Sanna vunnu 2- 1 og fóru harvið avstað við sigrinum.

Øll úrslitini síggjast beint niðanfyri - myndir av vinnarunum undir tí:

U11AB MD
1. Hansina á Gravarbø, KBF
Aron Arge, KBF
2. Benjamin A. Olsen, HBF
Tabita Schwartson Christiansen, HBF
3. Sanna Av Reyni, HBF
Jósef Thomsen, HBF

U11AB DD
1. Gunhild A. Joensen, KBF
Olivia J. Helmsdal, KBF
2. Irena Louisa Duritudóttir, HBF
Aura Rannvárdóttir Konggaard, HBF
3. Sanna Av Reyni, HBF
Tabita Schwartson Christiansen, HBF

U11AB HD
1. Hørður Erlandsson, HBF
Ábraham Finnson, HBF
2. Benjamin A. Olsen, HBF
Jósef Thomsen, HB
3. Kristoffur Joensen, KBF
Samuel Joseph Latupeirissa, KBF

U11CD HD
1. Ári Bjarnason Poulsen, HBF
Jón Sólsker, HBF
2. Beinir Gardar, KBF
Immanuel Vest, KBF

U13AB MD
1. Betuel Hansen, KBF
Olivia J. Helmsdal, KBF
2. Andrew Olsen, HBF
Ida Thomsen, HBF

U13AB HD
1. Silas Restorff, HBF
Magnus Akselson, HBF
2. Boas Rasmussen, HBF
Jóel Bjarnason Poulsen, HBF
3. Árni Hjelm, HBF
Nóa Lisberg, HBF
3. Betuel Hansen, KBF
Rúnar Sigurðsson, KBF

U13CD HD
1. Joas L Djurhuus, Nápur
Dávur Djurhuus, Nápur
2. Gabriel í Mittúni, KBF
Mattias Simonsen, KBF
3. Andrew Olsen, HBF
Boas Eyðfinnsson, HBF
3. Markus Eliassen, HBF
Líggjas R. av Kák Reynstind, HBF

U15AB DD
1. Tóra Erlandsdóttir, HBF
Sarita Kvilt, HBF
2. Inga Guðrin Samuelsen, HBF
Hansina Mouritsen, HBF

U15CD MD
1. Benjamin West, KBF
Gunhild A. Joensen, KBF
2. Boas Rasmussen, HBF
Nina Bjørk Egholm, HBF
3. Hákun Thorkildshøj, HBF
Arnfríð Ólafsdottir Dam, HBF
3. Silas Restorff, HBF
Brynja Á Borg, HB

U15CD HD
1. Eivindur Fríði Íshei Hentze, HBF
Øssur Hovland Sivertsen, HBF
2. Filip Steinberg, KBF
Hans Andrias Arge, KBF
3. Tóki Linduson Hentze, ÍF
Josva Mikkelsen, ÍF
3 . Hanus Louisuson, HBF
Charlie Av Teigum, HBF

U15CD DD
1. Arnfríð Ólafsdottir Dam, HBF
Brynja Á Borg, HBF
2. Nina Bjørk Egholm, HBF
Helena Í Skorini, HBF
3. Emilia Maria Vang Heinadóttir, HBF
Sára Skorá, HBF
3 . Sólja Rye, HBF
Anja Vandsdal Barbarudóttir, HBF

U17AB MD
1. Jafet Rasmussen, HBF
Inga Guðrin Samuelsen, HBF
2. Tóki Yngvason Guttesen, HBF
Tóra Erlandsdóttir, HBF
3. Ørvur Isfeld, HBF
Sarita Kvilt, HBF
3 . Beinir Rúnason Weihe, HBF
Hansina Mouritsen, HBF

U17AB HD
1. Nataniel Ennistein Holm, HBF
Sjúrður Tórgarð Waagstein, HBF
2. Jónas Festirstein, KBF
Jákup Vang, KBF
3. Juilan G. Hentze, ÍF
Boas á Reynatrøð, ÍF
3 . Jens Marius Hentze, HBF
Páll V. Laksáfoss, HBF

VaksinAB MD
1. Christian Berg Petersen, HBF
Sanna Thorkildshøj, HBF
2. Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF
Bjarhild í Buð Justinussen, KBF
3. Ári Isfeld, HBF
Birna Jacobsen, HBF
3 . Leiki Dal-Christiansen, HBF
Mia Thorkildshøj, HBF

VaksinAB HD
1. Asbjørn Heide Olsen, HBF
Tóki Yngvason Guttesen, HBF
2. Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF
Jafet Rasmussen, HBF
3. Zakarias Ridao Wang, HBF
Jaspur Jacobsen, HBF
3 . Rúni Moody Simonsen, HBF
Bjarti Samson Vang, HBF

VaksinAB DD
1. Birna K Jacobsen, HBF
Mia Thorkildshøj, HBF
2. Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Lena Maria Joensen, KB
3. Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
Ranja Joensen, KBF
3 . Eyð Lamhauge Debess, HBF
Sanna Thorkildshøj, HBF

Vaksin CD
1. Nicola Gram Thomassen, MBF
Bárður Thomassen, MBF
2. Magnus Trondheim, Nápur
Hendrik Funch, Nápur
3. Ingvard Hansen, Nápur
Pætur Egholm Jacobsen, Nápur
3. Sonja Purkhus, Nápur
Rannvá Kambsgarð, N

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder