
Tað stóð nógv á hjá tvørafólkum og vágbingum í Trongisvági í kvøld, har TB og FC Suðuroy brustu saman í tyðandi botnuppgerð.
Serliga til síðst leikaði hart á - eisini á áskoðaraplássinum - men tá dómarin bríkslaði dystin av, stóð 2-2, og tað var líkasum um, at eingin fekk brúkt tað til nakað stórvegis.
Gangurin sum hevði verið minuttirnar áðrenn tagnaði. Sí myndir frá dramatisku uppgerðini.
24. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 28. september
TB - FC Suðuroy 2-2 (1-1)
36' Nikolei Johannesen 1-0
44' Pætur Augustinussen 1-1
58' Musah Armah (Nikolei Johannesen 2-1)
81' Olivur Renéson Thomsen (Emmanuel Andorful) 2-2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald