Oyggjaleikir 2023

Myndir: Rutan var ov hørð fyri føroysku súkklararnar

Torkil Veyhe gjørdist nummar 26 í vegsúkklingini á oyggjaleikum í dag.

Torkil Veyhe stríðist fyri at fylgja við í brekkuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Torkil Veyhe stríðist fyri at fylgja við í brekkuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-12 16:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á seinastu oyggjaleikunum hevur Torkil Veyhe altíð verið við í kappingini um tey bestu plássini, tó ongantíð uttan at vinna vegasúkklingina.

Tí vóru heldur ikki hesaferð vónir um føroyskan sigur. Men kortini var spenningur um, hvussu Torkil Veyhe fór at klára seg, tí hann hevur ikki vant tað heilt stóra á súkkluni síðan hann gavst sum professionellur fyri trimum árum síðani fyri at halga seg familjuna, arbeiðið sum verkfrøðingur og phd-verkætlan.

Men í mun til hinar á føroyska súkkluliðnum, so er Torkil framvegis tann sterkasti. Men tað rakk bara til eitt 26 pláss í høðru súkklukappingini á Guernsey í dag. Teinurin var rættiliga harður við høðrum mótbrekkum og fleiri krøppum svingum.

Torkil sannaði eftir kappingina, at brekkurnar tóku megina úr honum, og hann megnaði ikki at fylgja við teimum lættaru dreingjunum, sum løgdu seg framum beinan vegin.

Súkklað var fyrst seks longri umfør og síðan fimm styttri umfør. Og teir súkklararnir, sum vóru í vanda fyri at verða innheintaðir av teimum fremstu, vórðu tiknir úr kappingini so hvørt.

Tað var bara Torkil, sum gjøgnumførdi allan teinin. Allir hinir føroyingarnir vórðu tiknir út.

Torkil Veyhe gjørdist, sum sagt, nummar 26, næstan sjey minuttir eftir vinnaran, Sam Culverwell av Guernsey, sum vann eitt sekund framman fyri Karl Patrick Lauk av Saaremaa. Roberto Ledesma Estevez úr Menorca vann bronsu.

Næstbesti føroyingur var bert 22 ára gamli Niklas Hallgren Niclassen, sum gjørdist nummar 37. Avriki hjá unga súkklaranum var avgjørt góðtikið, tí hann var við fyri at læra, serliga at uppliva hvussu tað er at sita í felti saman við teimum skjótu súkklarunum og harvið kenna á egnum kroppi hvat krevst fyri at kunna fylgja við.

Niklas helt seg í høvuðsfeltinum í nærum tríggjar av teimum longu umgangunum, og tað var heilt gott klárað.

Magni Jóhansson Hansen gjørdist nummar 43, Jákup Petur Eliassen nummar 47 og Bergtór Torsteinsson Thomsen nummar 48 av 53 súkklarum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder