Fótbóltur

Myndir: Seinasta venjingin áðrenn stríðið við Gibraltar

Dysturin í 4. umfari í Nations League-bólkinum byrjar klokkan 17 á Tórsvølli.

Føroyar eru í favorittleikluti í dag og skulu

Føroyar eru í favorittleikluti í dag og skulu "verja borg" á Tórsvølli (Mynd: FSF)

2025-04-08 07:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í kvøld skulu Føroyar royna at fáa triðja sigurin í hesari Nations League-kappingini og koma nærri at tryggja sær minst 2. plássið í bólkinum. 

Føroysku kvinnurnar eru í favorittleikluti móti Gibraltar, sum tær eisini bastu á útivølli 25. feburar (1-0, Hedi Sevdal).

Sí eisini: Heidi Sevdal er ikki til reiðar at sleppa fótbóltinum enn

Tað snýr seg um at byggja á siðvenjuna við at vinna. Fríggjadagin vunnu Føroyar 2-0 á Moldova, og var tað sigur nummar seks seinasta lítla árið hjá kvinnunum.

Sí eisini: 
Føroyar hava vunnið fýra av sínum seinastu fimm kappingardystum
Durita Hummeland: - Hetta verður ein øðrvísi uppgáva

Seinasta venjingin undan dystinum var á Tórsvølli í gjár. Føroyska liðið hevur fyrireikað seg uppá eitt øðrvísi slag av mótstøðu enn móti Moldova.

Til ber at fylgja gongdini í dystinum klokkan 17 í dag ovast á portal.fo. Vit vera á staðnum og hava ymiskt tilfar. Kringvarpið vísir dystin.

Myndirnar niðanfyri tóku Jóhanna Thomsen og Ábraham á Reynatrøð fyri FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder