
Føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið tveir av trimum dystum higartil í Nations League, og í fjør fingu Føroyar níggju stig í seks dystum í undankappingini til EM.
Tað eydnaðist at enda hesa undankappingina heilt væl við 2-1 sigri á Montenegro á Tórsvølli og síðani 4-0 sigri í Andorra í juli. Saman við hesum báðum dystunum og trimum teimum fyrstu í 2025, hava Føroyar vunnið fýra av teimum seinastu fimm kappingardystunum:
105 | 16-07-2024 | EM 2025 kvinnur | Andorra | |||
104 | 12-07-2024 | EM 2025 kvinnur | Montenegro |
110 | 04-04-2025 | UEFA Women's Nations League 2025 | Moldova | |||
109 | 25-02-2025 | UEFA Women's Nations League 2025 | Gibraltar | |||
108 | 21-02-2025 | UEFA Women's Nations League 2025 | Slovakia |
(Frá Faroesoccer)
Føroyska liðið hevur seinasta árið fingið fullan pott móti lægri styrkismettum liðum. Sigurin á Montenegro, sum var styrkismett omanfyri Føroyar, stendur sum tann størsti av teimum seks sigrunum síðani 31. mai 2024 - Jensa Tórólvsdóttir skoraði sigursmálið móti Montenegro (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Myndir: Føroysku kvinnurnar vunnu 2-0
Harvið hava Føroyar víst eginleikan at fáa trý stig javnan í seinastuni, og unga liðið vísir menning. Um Baltic Cup í oktober 2024 verður tikið við - har Føroyar taptu 1-2 fyri Lettlandi men vunnu 2-1 á Litava - eitur tað fimm sigrar seinastu sjey dystirnar.
Føroysku kvinnurnar vunnu eisini 4-0 á Andorra á Tórsvølli í 3. umfari í EM-undankappingini í fjør. Hetta var 31. mai. Millum tá og sigrarnar í juni spældu Føroyar móti Grikkalandi heima og tapti 2-0.
Harvið eru tað samanlagt seks sigrar í teimum seinastu níggju dystunum. Man basir liðunum, sum eru styrkismett undir sær, og sigurin á Montenegro á heimavølli prógvar eisini, at Føroyar kunnu fáa "størri sigrar". Týsdagin klokkan 17 vitjar Gibraltar, sum Føroyar eru greiðir favorittar ímóti. Útidysturin endaði 1-0 til Føroyar.
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Sí eisini: Føroyar vunnu dystin um 2. plássið
Nations League deild C bólkur 1, 3. umfar
Støðan eftir trý umfør:
1. Slovakia 9 stig
2. Føroyar 6 stig
3. Moldova 3 stig
4. Gibraltar 0 stig
4. umfar - týsdagin klokkan 17 á Tórsvølli:
Føroyar - Gibraltar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald