Fótbóltur

Heidi Sevdal ikki til reiðar at sleppa fótbóltinum enn

Tað gevur so nógv og er ein so stórur partur av mínum samleika, staðfestir metmálskjúttin á landsliðnum, sum í morgin aftur skal royna at skora fyri Føroyar, tá Gibraltar vitjar. - Vit flyta okkum rætta vegin. Hoyr ljóðsamrøðu.

- Nú fáa vit tað at koppa okkara veg, so vit flyta okkum. Tað er ógvuliga gleðiligt og gott fyri sjálvsáliti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Nú fáa vit tað at koppa okkara veg, so vit flyta okkum. Tað er ógvuliga gleðiligt og gott fyri sjálvsáliti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-07 15:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava eitt ógvuliga greitt upplegg og fara at fylgja tí.

Soleiðis sigur Heidi Sevdal í lobby'ini á Hotel Brandan, har føroyska kvinnulandsliðið í hesum døgum heldur til. Fríggjakvøldið eydnaðist at vinna 2-0 á Moldova, og í morgin er Gibraltar á skránni. Føroyar vunnu 1-0 á Gibraltar í útidystinum síðst í februar. Tá var man ikki í dystarvenjing sum nú, staðfestir royndi føroyski áleyparin.

- Allar hava havt eini 6-7 dystir afturat síðani síðst, vit spældu móti teimum. Hetta ger stóran mun so tíðliga á árinum, og vit kenna okkum betri fyrireikaðar hesaferð, sigur hon við Portalin

Tað var júst Heidi Sevdal, sum skoraði einsamalla málið á Gibraltar 25. februar. Metmálskjúttin á landsliðnum skoraði eisini fríggjakvøldið, og sjálvandi ætlar hon at gera tað aftur í morgin - tað er jú mín uppgáva sum áleypari, staðfestir Sevdal smílandi.

Torført at sleppa fótbóltinum

Í samrøðu við 3-2 í Sarpugerði í oktober í fjør, segði Heidi Sevdal, at hon var "90 prosent vís í, at hon fór at gevast at spæla fótbólt. Men soleiðis varð ikki. Tað er ein so stórur partur av samleikanum, staðfestir 36-ára gamli landsliðsprofilurin. 

- Tað er torført at sleppa tí. Eg havi spælt síðani eg var fimm ár, so tað eru 31 ár eftirhondini. Fótbóltur er felagsskapur, og tað eru sum heild rættiliga nógv ting, sum fótbólturin gevur mær (...) Tað er eisini tað: Hvør er Heidi so, umman ikki spælir fótbólt: Man skal næstan finna sjálvan í einum nýggjum leikluti, og tað eri eg ikki reiðar til enn. 

[object Object]
Heidi Sevdal í dystinum móti Moldova fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Tær ungu hava ein øðrvisi hugburð og vilja uttanlands - sigrarnir geva sjálvsálit

Føroyar hava seinastu árini vunnið samanlagt seks dystir og vunnið fýra av teimum seinastu fimm kappingardystunum. Hetta gevur sjálandi nakað, staðfestir Heidi Sevdal.

- Tað er ógvuliga stuttligt, tí í fyrstu Nations League-kappingini spældu vit fleiri tættir dystir men endaðu við at tapa. Nú fáa vit tað at koppa okkara veg, so vit flyta okkum. Tað er ógvuliga gleðiligt og gott fyri sjálvsáliti.

Sum heild sæst ein menning við nógvum ungum spælarum, sum leggja nógvar tímar í fótbóltinum. Summar eru - ella ætla - uttanlands, og man sær millum annað eitt U19-landslið í hesum døgum við góðum úrslitum.

Nógvar av teimum ungu hava ein ógvuliga øðrvísi hugburð enn vit eldru - serliga í mun til venjing. Tað gongur út uppá styrki og sjálvsvenjing. Tað er nakað, sum eg haldi er ógvuliga gott. Tær fáa ein góðan venjingarhugburð, og fleiri ynskja eisini at koma uttanlands. Fyrr var tað ikki eingongd sæð sum ein møguleiki hjá teimum flestu. So jú fleiri koma uttanlands, hægri kann yvirleggjarin verða. Tað hevði verið ógvuliga gott og eisini sett hægri krøv til tær, sum eru eftir, sigur Heidi Sevdal at enda.

Føroyar spæla í morgin klokkan 17 á Tórsvølli móti Gibraltar í 4. umfari í Nations League-bólkinum. Føroyar eru á 2. plássi við seks stigum. 

Hoyr alla samrøðuna við Heidi Sevdal á bjálkanum ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder