
Tað sá tungt út, tá Anzelika Jotkina skoraði fyri aðru ferð fyri Estland eftir 25 minuttir.
Føroyska U19-liðið skuldi hava minst ein javnleik í 3. og seinasta umfari fyri at tryggja 1. plássið hjá í EM-undankappingarbólkinum. So tað var bara at bretta uppum armar, og tað gjørdu ungu føroysku kvinnurnar eisini í Moldova.
Føroyar lupu á, og í 65. minutti skoraði toppskjúttin í bólkinum, Brá Zakarisardóttir. Tølini hjá UEFA vísa eisini, at Føroyar vóru væl omaná sum dysturin leið. Hetta serliga viðvíkjandi skotum og hornaspørkum.
1-2 málið hjá hoyvíkskvinnuni gav Føroyum meira áræði. Men hóast støður og møguleikar var tað ikki komið, tá urið vísti 90 minuttir. Í fyrsta minutti í tíðini, sum dómarin legði afturat, bragdaði tað tó. Tað var NSÍ-spælarin Helga Mikkelsen, sum beindi bóltin í estiska málið til stóran fagnað í føroysku leguni.
Innskifta Helga Mikkelsen saman við Brá Zakarisardóttir. Málini hjá teimum báðum í dag vóru ógvuliga týðandi (Mynd: FSF)
2-2 úrslitið merkir, at Føroyar og Estland bæði endaðu á sjey stigum fyri tríggjar dystir, men Føroyar høvdu betri málúrttøku - takkað verið 7-0 sigrinum á vertunum.
Sí eisini: Video: Mongu føroysku málini í Moldova
Hetta gjørdi munin, og sum vinnari av hesum B-undankappingarbólkinum skal føroyska U19-landsliðið seinni í ár spæla um EM-pláss móti sterkari tjóðum. Harvið eitt umráðandi stig fyri føroyskan fótbólt í Moldova í dag.
U19 EM-undankapping
Týsdagin 1. apríl
Føroyar - Estland 2-2 (0-2)
12' Anzelika Jotkina 1-0
26' Anzelika Jotkina 2-0
65' Brá Zakarisardóttir 1-2
90 (+1)' Helga Mikkelsen 2-2
Føroyar: 1 (málverji): Rannvá við Streym, 2. Teresa Jacobsen, 3. Fríða Jakobsen, 4. Vár Johannesen, 5. Jonnhild á Sondum - 6. Súsanna Laksáfoss Godtfred, 13. Elspa Maria Zachariasen (58' Jacobina Bergsdóttir), 8. Sólja Ernstdóttir, 16. Eydna Dalheim Olsen - 10. Brá Zakarisardóttir, 11. Lisa Haraldsen (58' Helga Mikkelsen)
Sigtór Petersen er høvuðsvenjari hjá liðnum.
Endaliga støðan:
1. Føroyar 7 stig *
2. Estland 7 stig
3. Kýpros 3 stig
4. Moldova 0 stig
* Føroyar fara víðari til næsta stigið í EM-undankappingini
Føroyski hópurin millum dystirnar í Moldova. Fleiri av hesum vóru eisini við at vinna U17-liðið víðari til næsta stigið í undankappingini har síðsta ár (Mynd: FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald