
Føroyar gjørdu av álvara bart, tá 1. umfar av EM-undankappingarbólkinum var á skránni í Moldova í dag.
Vertirnir høvdu ongan møguleika móti føroyska liðnum, ið vann heili 7-0.
Føroyar komu á odda um miðjan 1. hálvleik, og so koyrdi tað av álvara harfrá. Tað var 4-0 í steðginum, og í 2. hálvleiki helt stóra føroyska yvirvágin fram.
Talan er um fleiri av somu spælarum, sum í fjør vóru við at vinna Føroyar víðari til A-bólkin í undankappingini fyri U17-gentur. Nú royna tær, saman við teimum í einum árgangi omanfyri.
Ein, sum skaraði framúr, á Tórsvølli í fjør til U17-undankappingina, var Brá Zakarisdóttir. Hon hevur sín uppruna í FC Hoyvík og var í B36 í eitt og eitt hálvt ár, áðrenn leiðin gekk til danska stórfelagið Fortuna Hjørring.
Brá gjørdi hattrik í dag, og spælarar sum vanliga gera vart við seg í bestu føroysku deildini, komu eisini á máltalvuni: Sólja Ernsdóttir, KÍ (upprunaliga Skála) tvær ferðir, og Eydna Dalheim Olsen (Víkingur) og Helga Mikkelsen (NSÍ) eina ferð hvør.Málskjúttarinir í Moldova: Helga Mikkelsen, Eydna Dalheim Olsen, Sólja Ernstdóttir og Brá Zakarisardóttir
Tær elliivu sum byrjaðu fyri Føroyar (Mynd: FSF)
1 (málverji): Rannvá við Streym, 2. Teresa Jacobsen, 3. Fríða Jakobsen, 4. Vár Johannesen, 5. Jonnhild á Sondum, 6. Súsanna Laksáfoss Godtfred, 7. Jacobina Bergsdóttir, 8. Sólja Ernstdóttir, 10. Brá Zakarisdóttir, 16. Eydna Dalheim Olsen, 17. Eydna Dalheim Olsen
Birita Mohr, Elspa Maria Zachariasen, Lisa Haraldsen, Fríða Magnussen og Borghild Debes Dánialsdóttir komu á vøllin fyri Føroyar. Sigtór Petersen er høvuðsvenjari hjá liðnum.
Moldova er mett at vera nakað veikari enn Føroyar í kvinnufótbólti, men tað er ógvuliga sterkt hjá U19-kvinnunum at byrja undankappinginia á hendan hátt.
Næsta uppgáva verður Kýpros fríggjadagin.
U19 EM-undankapping
Týsdagin 1. apríl
Føroyar - Moldova 7-0 (4-0)
22' Sólja Ernstdóttir 1-0
32' Brá Zakarisardóttir 2-0
36' Eydna Dalheim Olsen 3-0
40' Brá Zakarisardóttir 4-0
49' Sólja Ernstdóttir 5-0
71' Brá Zakarisardóttir 6-0
90 (+1)' Helga Mikkelsen 7-0
Dystarskráin restina av kappingini:
4. apríl Føroyar - Kýpros (kl. 11:00)
7. apríl Estland - Føroyar (kl. 11:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald