
FSF: Kvinnulandsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Gibraltar, sum verður á Tórsvølli í morgin, týsdagin 8. apríl klokkan 17. Áðrenn síðstu venjingina fekk FSF Varpið orðið á Duritu Hummeland
– Tað er altíð ein góð kensla at skora mál – serliga fyri Føroyar, og um eg fái kjansin aftur, so ætli eg mær sjálvandi at skora ímóti Gibraltar.
Tað sigur Durita Hummeland millum annað í samrøðu við FSF Varpið.
Í februar mánað møttust Gibraltar og Føroyar á Europa Point Stadion í Gibraltar, og tá eydnaðist okkara kvinnum at koma heim aftur við einum 1-0 sigri.
Fríggjadagin vann føroyska kvinnulandsliðið so annan dystin í hesari kappingini, tá Moldova varð sent av Tórsvølli við einum 2-0 tapi. Men talan verður væntandi um eina øðrvísi uppgávu í morgin, samanborið við dystin móti moldovum, sigur Durita Hummeland.
– Moldova yvirraskaði, við at leggja seg so langt aftur á vøllin. Hinvegin, so er ikki óhugsandi at Gibraltar kemur at leggja størri trýst á okkum, so hetta verður ein øðrvísi dystur, sigur Durita Hummeland, ið eisini setur orð á, hvat hennara “jubelsena” merkir, tá hon skorar mál.
Sí eisini: Heidi Sevdal er ikki til reiðar at sleppa fótbóltinum enn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald