EM-dámur er í Føroyum, og hesin verður tikin við til Noregs i morgin, tá tríggir teir fyrstu beinleiðis túrarnir hjá Atlantic Airways til norska høvuðsstaðin í sambandi við endaspælið verða.
Norrøna setur eisini kós móti Oslo í morginárini, meðan teir sum vóru kokkar umborð har mikudagin, vera umborð á flogfari saman við yvir hundrað øðrum føroyingum.
Teir átjan í føroyska EM-hópinum fyrireika seg serliga til fríggjakvøldið, tá Sveis er á skánni í fyrsta dystinum. Talan er um lykladyst í bólki D, har Slovenia og Montenegro eru við. Tvey lið koma víðari til miðumfari.
Føroyar skulu mest sannlíkt vinna móti Sveis fyri at hava góðan møguleika at koma víðari. Ein av høvuðsspurningum er, um størstu profilarnir í bakketuni vera til reiðar - størri ivamál er um Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum ikki spældi móti Italia um vikuskiftið. Hann vandi tó í løtum við bólti í dag, men tað gjørdi Óli Mittún ikki.
Sí eisini: Elias vandi við eina løtu - Óli vandi við eina løtu
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók í Høllini á Hálsi fyrr í dag, niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald