Teir fjeppararnir sum vóru á Bravida leikvøllinum fingu nógv fyri pengarnar í Göteborg í gjárkvøldið, men í Føroyum - í norðoyggjum - eru sanniliga nógv fólk sum hava fylgt við sínum liði.
Stór mannfjøld varð komin á Djúpumýru í kvøld at taka ímóti KÍ. Liðið hevur sum fyrsta føroyska lið nakrantíð tryggjað sær evropeiskt bólkaspæl. Nú er bert spurningurin hvat bólkaspæl tað verður. Hetta fer gongdin næstu vikurnar at vísa.
Jákup Biskopstø Andreasen er í øllum førum greiður: Nú er málið at enda í Champions League-bólkaspælinum.
KÍ spælir triðja umfar í Champions League ímóti norsku meistarunum Molde. Fyrri dysturin verður týsdagin á Tórsvølli og hin seinni eina viku aftaná.
Sí myndirnar sum Jens Kr. Vang tók á Djúpumýru í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald