Hondbóltur

Myndir: Strekking, spæl og fótbóltur í størri mun enn hondbóltur

Teir á føroyska manslandsliðnum skuldu hugsavna seg um at fáa dystin í gjár og ferðina í dag "úr kroppinum". Tað taktiska til seinna HM-røkkstøkkdystin varð tikið á talvum og skermum við Tjarnir.

Gott føroyskt lag við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Gott føroyskt lag við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-15 22:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið klokkan 19 bresta Føroyar og Bosnia-Hersegovina saman fyri aðru ferð uppá tvey samdøgur. Føroysku menninir eru frammanfyri 24-22 eftir útidystin hóskvøldið, og samanlagdi vinnarin skal til HM-endaspælið í januar 2027.

Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið

Sí eisini: Vunnu eftir tógvið stríð í Tuzla - verður avgjørt við Tjarnir leygarkvøldið

Eftir tættan dyst í triðstørsta bosniska býnum, Tuzla, í gjárkvøldið var lítið av svøvni, áðrenn leiðin gekk á flogvøllin stutt eftir klokkan trý føroyska tíð í nátt. Fyrst til Berlin, síðani til Keypmannhavnar og til seinast til Føroya: Føroyski ferðalagið var ikki í høvuðsstaðnum fyrrenn stutt eftir klokkan 14.30.

Hoyr eisini: Leivur Mortensen í Kastrup: Menn eru eitt sindur moyrir

Har var hvíld á skránni í nakrar tímar áðrenn taktiska fyrireiking við Tjarnir. Hetta gekk fyrs fyri seg samlað og síðani í bólkum: Málverjarar fyri seg, miðverjar og strikur fyri seg og bakspælarar fyri seg. Hetta var á á talvum og skermum.

Síðani skuldu spælararnir jogga eitt sindur og strekkja saman við kropsliga venjaranum og málverjuvenjaranum, Tom Jensen. Nakað av spæli var í, áðrenn býtt varð upp í eldri og yngri og fótbóltsspæl í umleið eitt korter. Har vunnu teir yngru eftir brotsspørk. Og síðani var sum so liðugt við Tjarnir. og aftur hvíld á skránni undan lagnu dystinum í annaðkvøld.

Sí nakrar myndir niðast

Fyrri røkkstøkkdysturin:
Í gjár, hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
Bosnia-Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)

Les meira um dystin her

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina

Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.

FM1 sigur frá dystinum í morgin, við upptakt klokkan 18,. Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen vera viðmerkjarar hjá Pæturi Nolsøe, og skaddi Elias Ellefsen á Skipagøtu vitjar eisini eina løtu

Hoyr aðra upptakssending frá í dag her: Nærum ein katastrofa um Føroyar ikki koma til HM við hesum fyritreytunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder