
Pristina, Kosovo (Portalurin): Beint við tjóðarleikvøllin í fótbólti stendur ein gomul saltsilo.
Tað sæst ikki serliga væl, tá ein kemur her til, men ein partur av risastóra bygninginum er nú høll, sum verður nýtt til ymiskan ítrótt.
Tað var eisini her, í Palace of Youth and Sports, at Føroyar í 2015 spældu sínar dystir í Emerging Nations Championship. Føroysku menninir vunnu tá gull, og Føroyar eru ósigraðar her.
Sí eisini: Allan Norðberg: - Vit fara altíð eftir at vinna
Høllin er sanniliga ikki í serliga góðum standi, ljóðið inni har er løgið, men her skulu Føroyar royna at spæla seg til EM-endaspælið hóskvøldið.
Tá verður "ordiliga gólvið" á, so tað fer at síggja tað frægari umstøðurnar. Við "bakgrundini" vera hetta serstakar umstøður at spæla í - við millum annað nógvum larmi eisini - og í hesum umstøðunum fyrireikaðu føroyingarnir seg fyri løtu síðani.
Fyrst vunnu teir eldru fult uppiborið í fótbóltsdystinum, sum altíð er fyrsti partur av upphitingini. Arbeitt var við tí sinnisliga áðrenn, síðani við málverjunum og kontraálopunum.
Í taktiska partinum var tað yvirtal í álopinum (7 móti 5) og nógv undirtal í verjuni. Síðani varð álopskenda 5-1 verjan eisini vand. Allir 16 spælararnir vandu.
Í morgin, mikudagin, verða aftur fundir og venjing. Hósdagin klokkan 19.15 bresta Kosovo og Føroyar saman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald